Johnson herðir koronutiltøkini munandi

bannari
Johnson herðir koronutiltøkini munandi
Skeinkistøð skulu lata aftur klokkan 22, og fólk verða biðin um at arbeiða við hús
Boris Johnson, forsætisráðharri, stúrir fyri gongdini og herðir nú átøkini móti koronu munandi
 
23.09.2020 - 09:30

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, boðar frá herdum átøkum fyri at steðga koronusmittuni.

- Støðan hjá okkum er sum í Spania og øðrum londum, og tí er neyðugt at herða tiltøkini, segði Boris Johnson í røðu fyri parlamentinum.

Hann boðaði frá, at ølstovur og onnur skeinkistøð noyðast at lata aftur klokkan 10 á kvøldi, og so nógv sum gjørligt mugu arbeiða við hús, í eini roynd at steðga smittuni.

Hann legði dent á, at tað ikki er óhugsandi, at tiltøkini fara at vara í seks mánaðir. Og so leingi mugu vit venja okkum við, at koronusmittan er ein partur av lívinum, segði hann.

50.000 smittað um dagin

Bretska stjórnin tekur bert avgerð um heiluspolitikkin í Onglandi, men Johnson segði, at eisini Skotland, Norðurírland og Wales fara at taka líknandi stig.

Boris Johnson boðaði frá átøkunum dagin eftir, at myndugleikarnir høvdu almannakunngjørt, at koronusmittan breiðir seg við rúkandi ferð, og at tað ikki er óvist, at smittutalið kemur upp í 50.000 fólk um dagin í oktober, um einki verður gjørt fyri at steðga smittuni, skrivar norska Nettavísin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653