30 milliónir smittað av koronu

bannari
30 milliónir smittað av koronu
Meira enn 940.000 fólk eru deyð, síðani smittan fór at ganga í desember í fjør
 
18.09.2020 - 10:08

Nú eru 30 milliónir fólk smittað av koronu, vísir ein uppgerð hjá Johns Hopkins universitetinum.

Londini, sum eru meinast, rakt eru USA, India og Brasil, men títtleikin av virusinum er eisini nógv vaksin í Evropa.

Í gjár upplýsti evropeiski stjórin í WHO, talið av tilburðum er tvífaldað í fleiri evropeiskum londum seinastu tvær vikurnar.

Meir enn 940.000 fólk eru deyð av koronu, síðani smittan byrjaði í Kina í desember í fjør, skrivar danska kringvarpið.

268.000 smittað í Týsklandi

Í Týsklandi er koronusmittan av álvara farin at gera um seg aftur, og nú eru líka nógvir tilburðir sum í apríl.

Seinasta samdøgrið eru umleið 2.000 fólk smittað aftrat í Týsklandi, og tað er tað mesta síðani í apríl, tá 2.500 fólk vórðu smittað í eitt samdøgur.

Nú eru tilsamans 268.000 fólk smittað í Týsklandi, skrivar The Guardian, sum vísir til Robert Koch-stovnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946