Ein tilburður staðfestur í gjár

bannari
Ein tilburður staðfestur í gjár
17 fólk eru smittað í løtuni. Nú eru 112.530 koronukanningar gjørdar
Nú eru 112.530 koronukanningar gjørdar í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.09.2020 - 10:41

Ein smittutilburður av koronu varð staðfestur í gjár.

Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Talan er um ein persón, sum er smittaður í Føroyum, og sum er partur av einari smittuketu, ið Landslæknin veit um.

Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er farin undir smittusporingina.

Tilsamans hava 429 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. 412 eru staðfest frísk aftur, og sostatt eru 17 fólk smittað í løtuni.

Eingin er innlagdur fyri koronu.

Nú eru 112.530 koronukanningar gjørdar í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946