- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil leingja heimildina at lata skeinkistøð aftur
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, biður nú løgtingið um at leingja tíðaravmarkaðu heimildina at lata matstovur og skeinkistøð aftur, til tess at forða fyri, at Covid-19 breiðir seg.
Galdandi lóg fór úr gildi 31. august, og nú verður biðið um, at lógin verður longd til nýggjárs.
Lógin verður tó ikki galdandi fyri matsølu frá føstum sølustaði, har eingin borðreiðing er - tað, sum eisini verður nevnt take away.
Samstundis verður reglan, um at matstovur og skeinkingarstøð kunnu fáa stuðul til fastar útreiðslur í sambandi við Covid-19, longd.
Í mesta lagi 10 mió. kr.
Stuðulsupphæddin er 75 prosent, um afturgongdin í umsetninginum er millum 60 og 100 prosent. Hon er 50 prosent, um afturgongdin í umsetninginum er millum 40 og 60 prosent.
Hvør fyritøka kann í mesta lagi fáa 10 milliónir kr.
Umhvørvis- og vinnumálaraðið sigur, at i løtuni er ilt at siga, hvussu nógv stuðulsskipanin verður brúkt, og hvussu nógv hon fer at kosta. Men ein varislig meting er ein til tvær milliónir kr.
Uppskotið fær fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin 22. september.