Lukasjenko og Putin hittast í dag

Lukasjenko og Putin hittast í dag
Aftur í gjár varð skipað fyri kravgongu í hvítarussiska høvuðsstaðnum, Minsk
Aleksandr Lukasjenko, forseti, er undir hørðum trýsti í Hvítarusslandi. Í dag hittir hann russiska starvsbróðurin, Putin, sum lovar Lukasjenko fullan stuðul
 
14.09.2020 - 09:15

Í dag fer forsetin í Hvítarusslandi, Lukasjenko, á fund við Vladimir Putin, forseta í Russlandi, sum hevur lovað honum sín fulla stuðul.

Aftur í gjár vóru minst 100.000 fólk í gøtunum í hvítarussiska høvuðstaðnum, Minsk, at mótmæla Lukasjenko, og tey krevja hann frá.

Eftir valið 9. august, boðaði valnevndin frá, at Lukasjenko hevði vunnið, og at hann fekk 80 prosent av atkvøðunum.

Fólk í Hvítarusslandi siga seg einki hava ímóti russiska forsetanum, men tey siga seg vilja sleppa av við Lukasjenko, sum hevur rátt fyri borgum í Hvítarusslandi í 26 ár.

Lukasjeno neyvan feldur

Fimm ónavngivnar keldur, sum eru tætt við Putin, forseta, siga við Bloomberg, at russiski forsetin ikki roknar við, at tað fer at eydnast andstøðuni fer at fella Lukasjenko.

Andstøðan í Hvítarusslandi sigur seg hava prógv fyri, at andstøðupolitikarin, Svetlana Tikhanovskaja, vann valið, og eigur at gerast forseti.

Hon og stórur partur av andstøðuni eru flýdd úr landinum, samstundis sum andstøðingurin, Maria Kolesnikova, varð fongslað í farnu viku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859