- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir sendifólki til Ísraels
Søkja eftir sendifólki til Ísraels
Starvið verður sett frá 1. november, ella so skjótt sum tilber
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_0926.jpg?itok=eu49V-ei)
Føroyska sendifólkið í Ísrael fer at halda til í Telaviv
11.09.2020 - 14:28
Nú verður søkt eftir sendifólki at standa á odda fyri føroysku sendistovuna í Tel Aviv.
Starvsuppgávan er at umboða føroyskar myndugleikar mótvegis ísraelskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Tel Aviv. Og at røkja sambond við ísraelskt vinnulív og mentanarlív.
Kravið er, at umsøkjarin hevur viðkomandi hægri útbúgving, royndir í almennari fyrisiting, gott innlit í uttanríkisviðurskifti og góðar samskiftisførleikar á føroyskum og enskum.
Tað er eisini ein fyrimunur at hava diplomatiskar royndir.
Starvið verður sett frá 1. november, ella so skjótt sum tilber.
Føroyar hava eisini sendistovu í Beijing, Brússel, London, Moskva, Reykjavík og Keypmannahavn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV