- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsutrygdargjaldið fyri rættin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/foroya_raettur2_0.png?itok=A9OgGSKC)
Føroya Rættur skal í fyrsta umfari gera av, um tey, sum búgva í Føroyum og arbeiða í øðrum Norðurlandi, sleppa undan at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum, tí norðurlendskur sáttmáli um sosiala trygd er galdandi.
Lógin áleggur Heilsutrygd at krevja pengar frá øllum, sum eru fylt 18 ár, og sum lógin umfatar. Og lógin umfatar øll, sum búgva í Føroyum.
Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum hevur avgjørt, at føroyingar, sum arbeiða í einum øðrum Norðurlandi, skulu ikki gjalda heilsutrygdargjald sambært norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd.
133 kærur
Føroya rættur skal nú avgera, hvør hevur rætt, og hvar heilsutrygdargjaldið skal gjaldast.
Hesin spurningur um heilsutrygdargjaldið hevur verið í nógv ár.
Heilsutrygd hevur 133 kærur um heilsutrygdargjaldið hjá teimum, sum arbeiða í øðrum Norðurlandi.