Fingu meira ull í ár

Fingu meira ull í ár
Búnaðarstovan hevur fingið 28 ella 29 tons
Hetta er fjórða árið, at Búnaðarstovan keypir ull
 
11.09.2020 - 11:00

Búnaðarstovan hevur fingið nøkur tons av ull meira í ár enn í fjør. Tey eru ikki liðug at skilja ullina enn, men í ár eru komin 28 ella 29 tons.

Í fjør komu 24 tons.

Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar.

Fyri ull í fyrsta flokki verða latnar 10 kr. fyri kg., tá meirvirðisgjaldið er við. Fyri annan flokk verða latnar 1,50 kr. við mvg.

Nakað er so vánaligt, at tað verður vrakað.

Reinari í ár

Ullin í ár er reinari enn hon var í fjør, tí í summar var so turt. 

Hetta er fjórða árið, at Búnaðarstovan keypir ull. 

Tá liðugt er at skilja ullina í flokkar og litir, tað verður í næstu viku, verður hon pakkað og boðin út til sølu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371