- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fer á fund við nevndina í næstu viku
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-09-09-10h40m32s021.png?itok=YFKEOKJR)
Fyrst í næstu viku fer Jørgen Niclasen á fund við nevndina í Føroya Tele eftir, at bæði stjórin og nevndarformaðurin hava sagt seg úr starvi.
Hann hevur í hesi vikuni havt drúgvan fund við Jan Ziskasen, stjóra og nevndarformannin, Ómar Svávarson, sum báðir hava sagt seg úr starvi.
- Teir hava greitt frá sínum sjónarmiðum, og fyrst í komandi viku verður støðan umrødd við nevndina, sigur Jørgen Niclasen. Hann vil kortini ikki siga nakað um, hvat tosað varð um.
Skuldi vera í gjár
Ætlanin var, at fundurin við Føroya Tele skuldi vera í gjár, men landsstýrið hevur fyrireikað fíggjarlógaruppskotið, og tí hevur ikki verið tíð til fundin, men hann verður fyrst í næstu viku, sigur Jørgen Niclasen.
Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, sigur, at hansara uppsagnartíð er seks mánaðir, og tí er virksemið á Føroya Tele sum vanligt.