- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilfar í teldupostkassa fór fyri skeytið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_0134.jpg?itok=G-WVtU90)
Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt klagu um handfaringina av teldupostkassa hjá einum starvsfólki, ið ikki longur er á lívi.
Klagan er komin í sambandi við málsviðgerð, har klagarin ikki fekk innlit í tilfar, ið var tengt at teldupostkassanum hjá einum starvsfólki, sum ikki longur er á lívi.
Tilfarið var ikki skjalført aðrastaðni, men fanst bara í áðurnevnda teldupostkassa.
Óheppið
Umboðsmaðurin heldur, at tað er óheppið, at arbeiðstengt tilfar í teldupostkassanum, ið ikki varð skjalført aðrastaðni, var farið fyri skeytið.
Umboðsmaðurin minnir á, at myndugleikar hava skyldu at skjalføra, og at skjalføring av innkomandi posti sum meginregla eigur at verða framd sama dag ella fyrsta arbeiðsdagin eftir. Umboðsmaðurin mælir arbeiðsgevaranum til at gera mannagongd fyri, hvussu teldupostkassin hjá starvsfólki, ið brádliga fer úr starvi, t.d. í sambandi við andlát ella álvarsliga sjúku, verður handfarin.
Umboðsmaðurin vísir eisini á, at tað hevur serligan týdning, at einki arbeiðstengt tilfar, ið av røttum átti at verið skjalført og møguliga fevnt av almennum innliti, er goymt í einum teldupostkassa, ið verður strikaður.