Tingast um grein í revsilógini

Tingast um grein í revsilógini
Ein møguleiki er at broyta revsilógina, so føroyska umsetingin hevur somu merking sum danska orðingin, sigur fútin
Michael Boolsen, fúti, sigur, at tingingar eru við landsstýrið og ríkisadvokatin um niðurstøðuna hjá dómsvaldinum
 
31.08.2020 - 18:05

Enn er ikki greitt, hvussu verður við grein 119 í revsilógini, sum sambært dómsvaldinum broyttist, tá hon varð umsett úr donskum til føroyskt.

Grein 119 er um harðskap móti eitt nú politistum, sum gera arbeiði sítt.

Ein maður varð frídømdur í Føroya rætti fyri at stoyta Red Bull orkudrykk á ein politist, tí hann kundi ikki dømast ella revsast eftir grein 119.

Tað segði Eystari landsrætti eisini. Men maðurin varð kortini dømdur. Tað var sambært linaru harðskapsgreinini í revsilógini, grein 244.

Tann harðskapsgreinin var pástandurin í øðrum lagi hjá ákæruvaldinum. 

Tingast við landsstýrið og ríkisadvokatin

Michael Boolsen, fúti, sigur, at tingingar eru við landsstýrið og ríkisadvokatin um niðurstøðuna hjá dómsvaldinum.

Ein møguleiki er at broyta revsilógina, so føroyska umsetingin hevur somu merking sum danska orðingin.

Skal lógin broytast, má landsstýrið fáa tað í lag.

Ein annar møguleiki er at søkja um loyvi at fara í Hægstarætt við málinum.

Men enn er eingin avgerð tikin, sigur fútin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371