Freistin at søkja er úti í dag

bannari
Freistin at søkja er úti í dag
Landið hevur latið ítróttinum tilsamans fýra milliónir krónur í koronustuðli
Hvør felagsskapur kann fáa í mesta lagi 250.000 kr. fyri mistar inntøkur, tí kappingar eru avlýstar ella avmarkaðar
 
31.08.2020 - 09:15

Freistin hjá sersambondunum í ÍSF og limafeløgunum í sersambondunum at søkja um koronustuðul er úti í dag.

Landið hevur latið ítróttinum fýra milliónir krónur.

Hvør felagsskapur kann fáa í mesta lagi 250.000 kr. fyri mistar inntøkur, tí kappingar eru avlýstar ella avmarkaðar.

Minsti stuðulin er 20.000 kr.

Stuðul verður latin fyri mistar inntøkur í tíðini frá 12.mars til 30.juni. 

Starvsnevndin endaliga orðið

Umsitingin hjá ÍSF innstillar til starvsnevndina, hvør skal fáa stuðul eftir reglugerð, sum ÍSF hevur gjørt.

Starvnevndin hjá ÍSF avger endaliga, hvør fær stuðul.

Hálvan juni fekk Fíggjarnevndin hjá løgtinginum at vita frá ÍSF, at tá hevði korona kostað ítróttinum í Føroyum níggju miliónir krónur í mistum inntøkum.

Yvirskipað hevði ítrótturin tá mist 2,1 mió. kr. í atgongumerkjasølu, 1,6 mió. kr. í aðrari sølu, 3,3 mió. kr. fyri tiltøk og 2 mió. kr. í stuðli frá sponsorum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856