- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sólja gevst sum umboðsmaður
Sólja gevst sum umboðsmaður
Formansskapurin hjá løgtinginum er farin undir at fyrireika setanina av nýggjum umboðsmanni

Sólja í Ólavsstovu hevur verið umboðsmaður síðani 2006
24.08.2020 - 15:05
Ein nýggjur løgtingsins umboðsmaður skal finnast at taka við 1.januar næsta ár.
Sólja í Ólavsstovu, sum hevur verið í starvinum síðani 2006, gevst í ár.
Formansskapurin hjá løgtinginum er farin undir at fyrireika setanina av nýggjum umboðsmanni.
Starvið verður ikki lýst leyst.
Fimta hvørt ár
Løgtingið finnur eitt fólk, sum flokkarnir kunnu semjast um, og so verður tað fólkið biðið.
Er svarið ja, verður uppskotið lagt fyri løgtingið at atkvøða um. Tað verður gjørt fimta hvørt ár.
Hetta er triðja setan hjá Sólju í Ólavsstovu.
Jógvan Andreassen var fyrsti løgtingsins umboðsmaður. Hann var í fimm ár, og byrjaði 1.januar í 2001.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV