Aftur ein danskur ráðharri í Grønlandi

Aftur ein danskur ráðharri í Grønlandi
Uttanríkisráðharrin kemur til Føroya í næstum
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, er í Grønlandi í dag, í morgin og mánadagin.
 
22.08.2020 - 15:12

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, er í Grønlandi nú um vikuskiftið.

Endamálið við ferðini er at styrkja sambandið millum Danmark og Grønland, sigur hann.

Kannast skal, hvussu Grønland kann fáa størri lut í trygdarpolitikkinum og verjupolitikkinum hjá danska ríkinum.

Jeppe Kofod og Sten Lynge, landsstýrismaður, skulu millum annað hitta uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndina hjá landstinginum. 

Jeppe Kofod og Sten Lynge hittust eisini fyri einum mánað síðani, tá Mike Pompeo, uttanríkisráðharri í USA, var í Keypmannahavn.

Arktis frammarlaga

Arktis og ríkisfelagsskapurin er frammarlaga í raðfestingini hjá Jeppe Kofod.

Seinna hálvár verður nýggja arktiska stategiin hjá danska ríkinum fyri árini 2021 til 2030 gjørd liðug. Hon verður kunngjørd fyrst í 2021.

Uttanríkismálaráðið sigur, at Jeppe Kofod kemur til Føroya í næstum.

Hann hevur júst verið í Noregi, har umboð fyri Grønland var við á fundum um Arktis.

Danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, var í Grønlandi fyrst í august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497