Mvg skal vera við í prísinum

Mvg skal vera við í prísinum
Brúkaraumboðið hevur mint skeiðsfyritøkuna Synergi á at upplýsa endaliga prísin
Rannvá Ragnarsdóttir er brúkaraumboð
 
21.08.2020 - 09:21

Tá fólk fáa at vita, hvussu nógv okkurt kostar, skal meirvirðisgjaldið vera við í prísinum.

Tað sigur Brúkaraumboðið, sum hevur mint skeiðsfyritøkuna Synergi á, at fyritøkan skal upplýsa endaliga prísin, bæði í lýsingum og á heimasíðuni.

Tann endaligi prísurin er prísurin við meirvirðisgjaldi.

Fullfíggjaður prísur

- Fólk skulu síggja fullfíggjaðan prís, endaligan prís, fyrstu ferð, tey síggja prísin, sigur Rannvá Signhild Ragnarsdóttir, stjóri í Brúkaraumboðnum.

Umframt meirvirðisgjald skulu møgulig ómaksgjøld eisini upplýsast í fyrsta prísinum, sum fólk sær.

Brúkaraumboðið staðfestir, at Synergi alt fyri eitt broytti prísirnar hjá sær, og ger tí ikki meira við málið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949