- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórt avlop á fíggjarlógini
Stórt avlop á fíggjarlógini
Góða úrslitið er tó ikki nóg mikið at fylla holið í grønlendska landskassanum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vittus.jpg?itok=3xjNSp7A)
Vittus Qujaukitsoq er landsstýrismaður í fíggjarmálum í Grønlandi
20.08.2020 - 10:25
Grønlendski landskassin hevði 142 mió. kr. í yvirskoti í fjør.
Fíggjarlógin segði 48 milliónir í halli, so úrslitið bleiv 190 milliónir krónur betri enn væntað.
Hetta er tó verri enn so nóg mikið til at fylla holið í landskassanum, sum korona hevur gjørt, sigur landsstýrið.
Grønland ætlar at læna upp í 2,5 milliardir krónur í ár.
Landskassin í Grønlandi skyldar 250 mió. kr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV