Politistøðin verður nógv seinkað

Politistøðin verður nógv seinkað
Orsøkin til seinkingina er, at torført er at fáa handverkarar í hesum koronutíðum
Nýggja politistøðin í Havn verður ikki liðug fyrr enn í vetur ella næsta vár
 
18.08.2020 - 11:37

Politiið í Føroyum skuldi flyta inn í nýggju politistøðina í Havn tann 1.august.

Men tað bleiv av ongum, tí støðin er ikki liðug enn, verri enn so.

Ætlanin var so, at politistøðin skuldi vera klár at flyta í tann 1.desember. Men tað verður hon heldur ikki, sigur Michael Boolsen, fúti.

í vetur ella næsta vár

Hann sigur, at flutt verður seint í vetur ella tíðliga næsta vár. Orsøkin til seinkingina er, at torført er at fáa handverkarar í hesum koronutíðum.

Ein ætlan er gjørd um arbeiðið, sum er eftir at gera. 

Hon verður løgd fyri umboð fyri Bygningsstyrelsen, sum er byggiharri, ríkispolitiið og politiið í Føroyum í næstu viku.

3.175 fermetrar

Bygningsstyrelsen hevur sáttmála við danska byggifelagið Ommen & Møller um at umbyggja og gera eina hædd afturat á gamla BankNordik-bygningin við Húsagøtu í Havn.

Politistøðin verður 3.175 fermetrar. 2.200 fermetrar eru skrivstovur.

Føroysku feløgini Articon, LM Electric og RenoVent eru við í arbeiðinum sum undirveitarar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117