- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góð smittufyribyrging tænir búskapinum
Góð smittufyribyrging tænir búskapinum
Suðurkorea gjørdi skjótt av, tá korona tók seg upp, og setti munagóð tiltøk í verk, fyri at steðga smittuni. Tað hevur eftir øllum at døma virkað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/seoul_-_ap.jpeg?itok=mCT1vKGC)
14.08.2020 - 08:22
Landið er ikki so illa rakt av korona, sum flest øll onnur lond er, og av tí sama er búskapurin heldur ikki so hart raktur, skrivar tíðindastovan Ritzau.
Sambært eini uppgerð frá OECD, so fer búskapurin í Suðurkorea at minka 0,8 prosentstig í ár, og tað er munandi minni enn í øðrum londum, har afturgongdin er heilt upp í 20 prosent.
Tí er Suðurkorea tað ídnaðarlandið, sum higartil hevur staðið seg best í kreppuni, sigur OECD. Úrslitið hjá Suðurkorea er kortini tað vánaligasta síðani fíggjarkreppan herjaði í Asia í 1998, skrivar Ritzau.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV