- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlarnir byrja aftur: Her eru almennu tilmælini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20190819_703_born_i_skula_0052.jpg?itok=uAL2eKsC)
Tað er umráðandi, at almennu tilmælini verða fylgd, og tí verða ymiskar tillagingar gjørdar fyri at fyribyrgja smittuspjaðing í skúlunum.
Tað sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið, nú meira enn 7.000 børn skulu í skúla. Nøkur aftur, og nøkur onnur fyri fyrstu ferð.
Ítøkiliga merkja hesar tillagingar í føroysku fólkaskúlunum millum annað fyri øll tey 7.321 børnini í Føroyum, at:
• undirvísingin verður skipað í vanligu flokkunum, og miðað verður eftir at halda allar flokkarnar atskildar, soleiðis at næmingarnir bara eru saman við næmingunum í sínum egna flokki
• ongar stórar samkomur vera, so sum morgunsangur, og fríkorterini verða skipað øðrvísi enn vanligt
• greiðar mannagongdir eru viðvíkjandi reinføri í skúlunum
• foreldur verða biðin um ikki at koma inn í skúlan við sínum børnum
• miðað verður eftir, at koronukanningar verða gjørdar av lærarunum, áðrenn skúlagongdin byrjar
Fylgt verður væl við, hvørjar heilsufakligar tilráðingar eru, og neyðug tiltøk verða sett í verk út frá hesum, sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið
Væntast skal, at møguligar tillagingar í sambandi við skúlagongd og undirvísing verða gjørdar, alt eftir, hvar koronasmittan ger um seg, sigur aðalráðið.
>> SÍ EISINI Fólkaskúlin byrjar aftur týsdagin
Um til dømis nógv smitta ger um seg á einum ávísum stað, skal skúlin á staðnum ella ávísur flokkur hava møguleika at tillaga skúlagongdina.
Hetta verður gjørt fyri at tryggja góða undirvísing og samstundis at forða fyri smittuspjaðing, sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið.