- Tíðindi, mentan og ítróttur
10 fólk sleppa at vera í tingsalinum í senn

Politisku flokkarnir eru bidnir um at velja 20 tingfólk til tingfundin í morgin.
Fólkaflokkurin eigur fimm sessir, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eiga fýra hvør og Sjálvstýri, Framsókn og Miðflokkurin ein í part.
Bara tíggju fólk sleppa at vera í tingsalinum í senn, eitt tingfólk úr hvørjum flokki, formaðurin, skrivarin og avvarðandi landsstýrisfólk.
Løgtingsfundur verður í morgin klokkan tíggju.
Framløga er á skránni.
Dagpengar og lønarískoyti
Landsstýrið hevur uppskot um at seta í gildi aftur ásetingarnar um dagpengar til fólk, sum eru kravd í sóttarhald.
Hetta eru ásetingarnar, sum vóru galdandi í vár.Og fólkapensjónistar fáa aftur lønarískoyti.
Tær báðar lógirnar skulu vera afturvirkandi frá 1.juli í ár.
Landsstýrið hevur eisini uppskot um eykajáttan til koronukanningar.
