Føroyar á reyðan koronulista

bannari
Føroyar á reyðan koronulista
Landslæknin í Noregi mælir til, at Føroyar verða settar á listan saman við fimm øðrum londum í Evropa
Norski landslæknin mælir nú til, at Føroyar verða settar á reyðan koronulista
 
11.08.2020 - 06:39

Tað ger - um norska stjórnin fylgir tilmælinum hjá landslæknanum - at fólk, sum koma úr Føroyum til Noregs, eiga at fara í sóttarhald í Noregi í tíggju dagar.

Landslæknin mælir eisini til, at fimm onnur lond í Evropa vera reyð. Tey eru Ísland, Pólland, Malta, Kýpros og Niðurlond.

Nógvu smittaðu fólkini í hesum fimm londunum ger, at norski landslæknin kemur við tilmæli sinum.

Danmark sleppur heldur ikki undan

Mælt verður eisini til, at landslutirnir Östergötland, Blekinge, Värmland, Uppsala, Dalarna og Örebro í Svøríki gerast reyðir.

Og Danmark sleppur heldur ikki undan. Mælt verður til, at Sæland, tó ikki høvuðsstaðarøkið, og Miðjútland fara á reyða listan.

Atlantic Airways flýgur ikki til Noregs tað, sum eftir er av hesum árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463