- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heita á foreldur um at hava børnini heima
Heita á foreldur um at hava børnini heima
Eisini á Tvøroyri verður mælt til, at børnini ikki fara í dagsstovnin Mýrifípuna tað, sum eftir er av hesari vikuni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/trongisvagur_2.jpg?itok=KgqlK8VI)
06.08.2020 - 09:03
Í gjár mælti Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fólki frá at senda børnini í dagsstovnarnar í dag.
Dagsstovnarnir í Tórshavnar kommunu og í Tvøroyar kommunu eru tó opnir í dag. Men borgarstjórarnir mæla fólki frá at senda børnini hagar í dag og í morgin.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, mælir eins og Annika Olsen til at bíða til mánadagin fyri at vita, hvussu tá er vorðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV