- Tíðindi, mentan og ítróttur
Altjóða sálarheilsutiltak avlýst
Altjóða sálarheilsutiltak avlýst
Tiltakið, sum skuldi merkja Altjóða sálarheilsudagin, tann 10. oktober, verður av ongum
06.08.2020 - 07:58
Tað boðar Sinnisbati frá. Tey arbeiða tó við einum talgildum tiltaki ístaðin, har øll hava møguleika at taka lut.
Fyrireikararnir siga, at tað ikki er ráðiligt at savna omanfyri 500 fólk á altjóða sálarheilsudegnum nú koronufarsóttin aftur ger um seg í føroyska samfelagnum.
Ætlanin var eisini at skipa fyri stuðulskonsert sama dagin, 10. oktober, sum skuldi savna pening inn til fyribyrgjandi arbeiði hjá Sinnisbata.
Peningur skuldi savnast inn til eitt nú dulnevndu ráðgevingina og barna- og ungdómsarbeiðið, men henda konsertin er somuleiðis avlýst, sigur Sinnisbati.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV