Talið minkar støðugt

bannari
Talið minkar støðugt
Í løtuni fáa 684 fólk lønarískoyti frá ALS eftir koronuskipanini, 398 menn og 286 kvinnur
Talið á fólki, sum fáa lønarískoyti, minkar støðugt. Matstovuvinnan hevur verið hart rakt síðani mars
 
04.08.2020 - 07:19

Talið á teimum, sum fáa lønarískoyti, minkar støðugt. Í juli vóru tey 897. Tá flest fólk vóru í skipanini tann 4. apríl, vóru tey 4.320.

Skipanin við lønarískoyti er galdandi henda mánaðin aftrat, og nú rindar landskassin. 20 milliónir krónur eru játtaðar til endamálið. ALS umsitur tó framvegis skipanina.

Talið á teimum, sum fáa vanligan arbeiðsloysisstuðul, minkar eisini. Í juli fingu 450 fólk arbeiðsloysisstuðul, men nú er talið komið niður í 426.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463