Eftirlitið: SEV hevur avroknað ov nógv

Eftirlitið: SEV hevur avroknað ov nógv
Elveitingareftirlitið hevur gjørt fyribils niðurstøðu um prísavtaluna og avrokningina hjá SEV til Vindfelagið í Húsahaga
SEV hevur avroknað ov nógv til partafelagið Vindfelagið í Húsahaga í trý ár og ov lítið í trý ár, sigur Elveitingareftirlitið
 
27.07.2020 - 11:23

SEV hevur avroknað ov nógv til partafelagið Vindfelagið í Húsahaga í trý ár og ov lítið í trý ár. Men samanumtikið fyri tey seks árini hevur SEV avroknað ov nógv.

Talan er tó verri enn so um tíggju millónir krónur, sum Vindrøkt heldur uppá.

Elveitingareftirlitið hevur gjørt fyribils niðurstøðu um prísavtaluna og avrokningina hjá SEV til Vindfelagið í Húsahaga.

SEV hevur fýra vikur til at koma við sínum viðmerkingum.

Kunngera ikki tølini enn

Sambært Elveitingareftirlitinum hevur SEV avroknað ov lítið árini 2014, 2015 og 2018, og ov nógv fyri árini 2016, 2017 og 2019. 

Elveitingareftirlitið upplýsir ikki enn, hvussu nógv er avroknað ov nógv ella ov lítið.

Tað talið verður ikki kunngjørt, fyrr enn SEV hevur svarað fyribils niðurstøðuni.

Men talið er væl minni enn tíggju milliónir krónur, sigur Ari Johanneson, ráðgevi á Umhvørvisstovuni.

Hevur lægri prís enn Vindrøkt

Og SEV hevur framvegis lægri prís enn Vindrøkt hevði í sínum tilboði, hóast fyribils niðurstøðan er, at avrokningin hjá SEV er skeiv. 

Treytin í útboðnum um vindmyllur í Húsahaga í 2012 var ein inntøkutrygd fyri 41,4 gigawatt-tímar.

SEV hevur ikki brotið ta treytina við at gjalda dótturfelagnum, Vindfelagnum í Húsahaga, fyri 41,4 gigawatt-tímar, hóast framleiðslan í miðal bara hevur verið smáar 35 gigawatt-tímar í miðal síðstu fimm árini, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Men elveitingareftirlitið sigur, at SEV eigur bara at gjalda fyri tann streymin, sum SEV keypir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 5
185238
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 4
185233
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 2
185232
Týsdag 17. desember
E Elski Førjar 3
185231