Vaksandi eftirspurningur eftir elorku

Vaksandi eftirspurningur eftir elorku
Eftirspurningurin eftir elorku heldur fram at vaksa, tó er vøksturin ikki er so stórur sum undanfarin ár, sigur SEV
Vatnorkuframleiðslan hjá SEV vaks við 13,8 prosentum í juni samanborið við sama mánað í 2019
 
09.07.2020 - 14:43

Føroyingar brúktu tilsamans 196,5 GWt fyrra hálvár í ár, sum er 5,4 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør. 

Hetta er samstundis størsti eftirspurningur eftir elorku nakrantíð í einum hálvári, skrivar á SEV á heimasíðuni.

Minni frá vindorku

61 prosent av framleiddu elorkuni var termisk orka, tað er olja, men hini 39 prosentini vóru framleidd úr vatni, vindi ella sól.

Framleiðslan úr vatnorku stóð fyri góðum 26 prosentum, vindorkan kom upp á góð 12 prosent og sólorkan 0,04 prosent.

Afturgongdin er góð 12 prosentstig í framleiðsluni av vindorku, og tað er lutvíst orsakað av breki á trimum myllum hetta tíðarskeiðið.

Meira frá vatnorku

Vatnorkuframleiðslan vaks við 13,8 prosentum úr góðum 46 GWt í fjør í 52 GWt fyrra hálvár í ár. Í juni regnaði í miðal 71,3 mm samanborið við 67,7 mm í juni í fjør.

Sólorkuframleiðslan var 0,04 prosent av samlaðu framleiðsluni og hon sær ikki út av nógvum í stóru myndini, men framleiðslan roynist framvegis væl, skrivar SEV. 

Í juni framleiddi sólorkulundin í Sumba streym til tað, sum svarar til miðalframleiðsluna hjá 77 húskjum. Besta dagin í juni rakk framleiðslan upp á 1,97 MWt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835