- Tíðindi, mentan og ítróttur
René Shaki Joensen tryggjaði HB sigurin móti ÍF
HB legði trýst á hini liðini í toppinum í Betrideildini við 2-1 sigri í spennandi dysti móti ÍF.
Heimaliðið legði seg á odda longu tá 6 minuttir vóru spældir. Tað var leigusveinurin úr Víkingi, Hans Jákup Lervig, sum skeyt málið.
HB svaraði aftur miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Mathias Nygaard javnaði við skallara.
Nógvir málkjansir vóru í dystinum, og tað var serliga HB, sum í fleiri umførum var nær við at skora.
Og avgerandi málið kom, tá 21 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Landsliðsspælarin, René Shaki Joensen, varð hetjan hjá oddaliðnum.
Hóast ÍF royndi og var nær við at javna síðstu løtuna, eydnaðist tað ikki, og HB fekk øll trý stigini og kom upp á 28 stig.
ÍF - HB, 1-2
1-0 Hans Jákup Lervig, 6 min.
1-1 Mathias Nygaard, 30 min.
1-2 René Shaki Joensen, 66 min.