- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brúka danskar reglur
Brúka danskar reglur
Danskar reglur verða brúktar, tá talgild skjøl skulu latast Tjóðskjalasavninum í Føroyum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/torshavn_havnin.jpg?itok=i5ttd9H4)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
10.06.2020 - 07:23
Eitt uppskot um kunngerð um avhending av talgildum skjalasavnsútgávum er gjørt og sent til hoyringar.
Endamálið við kunngerðini er at áseta reglur um, hvussu almennir myndugleikar og stovnar lata Tjóðskjalasavninum talgildar skjalasavnsútgávur.
Leisturin, sum Tjóðskjalasavnið ætlar at brúka, er mentur á Ríkisskjalasavninum í Danmark. Smáar tillagingar eru gjørdar til føroysk viðurskifti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV