- Tíðindi, mentan og ítróttur
Merktu hvalirnir eru í Bankarennuni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/merkja_hval.png?itok=kAOtFAkN)
Grindahvalirnir, sum vórðu merktir leygardagin í Bø, eru nú staddir í Bankarennuni, í ein útsynning úr Suðuroynni.
Tað upplýsir Havstovan í dag.
Ein grind upp á umleið 30 hvalir varð funnin á Sørvágsfirði leygardagin, og avgjørt varð at merkja fimm hvalir við fylgisveinasendarum.
Tveir vórðu merktir
Tað gjørdist tó ókyrt, og 19 hvalir máttu drepast. Bara tveir grindahvalir vórðu merktir, tá avtornaði.
Hesir báðir vóru síðani sleptir aftur, og svumu avstað í einum bólki upp á umleið 10 hvalir, eftir at hava verið á Sørvágsfirði í eina løtu.Teir báðir merktu hvalirnir halda saman, sigur Havstovan, og hvalirnir hava ferðast 15 fjórðingar seinasta samdøgrið.
Havstovan sigur, at kunningin um, hvar og hvussu hvalirnir ferðast, verður dagførd hvønn mánadag og hósdag.