Kappróðurin útsettur

Kappróðurin útsettur
Kappróðurin á Norðoyastevnu, ið skuldi verða í morgin, er útsettur til sunnudagin
Kappróðurin á Norðoyastevnu verður sunnudagin, orsakað av ringu veðurlíkindunum fyri leygardagin
Mynd: Savnsmynd  
 
05.06.2020 - 14:24

Tað verður eingin kappróður á Norðoyastevnu í morgin. Tað sigur forkvinnan í Róðrarsambandi Føroya, Annika Dalsgarð, við útvarpið nú seinnapartin.

Orsøkin er ringu veðurlíkindini fyri leygardagin. Ársins fyrsti kappróður verður í staðin sunnudagin, sigur forkvinnan í Róðrarsambandinum, ið sendir út tíðindaskriv um eina løtu.

Tilsamans 79 róðrarmanningar verða við í ársins fyrsta kappróðri; tað eru 15 manningar fleiri enn á Norðoyastevnu í fjør, og tað er eisini størsta talið í nógv ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791