- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsuppskot lagt fyri partarnar
Semingsuppskot lagt fyri partarnar
Arbeiðsgevararnir og arbeiðarafeløgini skulu svara á middegi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/semingsmenn_arbeidarafelogini_og_arbeidsgevarnir-9.jpg?itok=BX-v-g9q)
Semingsmenninir løgdu semingsuppskot fram í gjárkvøldið
04.06.2020 - 09:03
Klokkan átta í gjárkvøldið varð semingsuppskot lagt fyri tey fimm arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið.
Partarnar skulu svara á middegi í dag, um tey taka av.
Semingsstovnurin byrjaði semingsroyndina týsdagin.
Seinnapartin 26.mai slitnaðu samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag.
Boð vórðu tá send eftir Semingsstovninum.
Semingsstovnurin og partarnir samdust um at leingja sáttmálarnar til í kvøld, 4.juni, á miðnátt.
Sáttmálarnir vóru galdandi til 1.mai.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV