- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingur er forkvinna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/birita_i_dali.png?itok=HvgcmmfL)
Felagsskapurin Transparency International Greenland hevur fingið nýggja forkvinnu. Hon er føroyingur, og eitur Birita í Dali.
Transparency International Greenland virkar fyri at fyribyrgja og upplýsa um skaðarnar, sum korrupsjón kann hava í einum samfelag sum tí grønlendska.
Birita í Dali er 33 ár og býr í Grønlandi.
Hon er stjórnmálafrøðingur og arbeiðir sum serkønur ráðgevi í grønlendska fiskimálaráðnum.
Hon sigur í tíðindaskrivi, at í einum lítlum samfelagi sum tí grønlendska, har sum øll kenna øll, og tað almenna er stórt, og valdið er í fáum hondum, er øgiliga umráðandi at hava gjøgnumskygni og opinleika, og tí ætlar Transparency international Greenland at halda fram við at virka fyri.