- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa somu lønarhækking sum tey hjá landinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/suni_og_annika.jpg?itok=QrJ82XML)
Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið hava gjørt semju um nýggjan sáttmála.
Nýggi sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2019 til 30. september 2021, og skrivað varð undir hann fyrrapartin.
Fyrra árið fáa starvsfólk í lønarflokki 1-21 795 krónur oman á mánaðarlønina, og starvsfólk í flokki 22-50 fáa 595 krónur aftrat um mánaðin.
Seinna árið fáa øll 2,25 prosent í lønarhækking.
Bachelorstigi
Í semjuni er eisini áseting um ein serstakan bachelorstiga, umframt broyting í flokkingum av deildarleiðarum.
Í skrivi, sum sent miðlunum, ásannar Kommunala arbeiðsgevarafelagið, at búskaparligu útlitini eru óviss í kjalarvørrinum av covid-19, men felagið leggur stóran dent á týdningin av, at lønarlagið hjá limum í Starvsmannafelagnum er eins hjá landi og kommunum.
Fyri at tryggja eins lønarlag fyri limir í Starvsmannafelagnum í kommunalum og almennum størvum, tók Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyrrapartin avgerð um at lata somu lønarhækking, sum Fíggjarmálaráðið læt hesum starvsbólki við semjuni í januar 2020.