- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russar á fólkaatkvøðu um grundlógarbroyting
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vladimir_putin1.jpg?itok=XVrLE0QD)
Fólkaatkvøða verður í Russlandi um ein mánað, 1. juli, um broytingar í grundlógini, sum kunnu hava við sær, at Vladimir Putin verður sitandi sum forseti í tvey valskeið aftrat.
Tað upplýsir Putin í dag, sambært tíðindastovuni Tass.
Ætlanin var at hava fólkaatkvøðuna 22. apríl, men hon var útsett, tá korona fór at ganga.
Russiska tingið og grundlógardómstólurin hava longu góðkent broytingarnar í grundlógini.
Kann verða sitandi
Tekur fólkið undir við broytingunum, kann Vladimir Putin stilla uppaftur til forsetavalið bæði i 2024 og 2030.
Tað ber í sær, at 67 ára gamli fyrrverandi yvirmaðurin í KGB kann verða sitandi sum forseti til 2036.
Putin gjørdist fyrstu ferð forseti í árinum 2000, tá hann tók við eftir Boris Jeltsin. Í fýra ár var Putin forsætisráðharri, men eftir tað kundi hann stilla uppaftur til forsetavalið.
Tey, sum finnast at Putin, siga, at broytingarnar, sum forsetin ætlar at seta í verk, eru einki minni enn eitt grundlógarkvett.