Kuldin ikki í lagi hjá átta framleiðarum

Kuldin ikki í lagi hjá átta framleiðarum
Fýra framleiðarar fingu áminning, tí nøkur lýti skuldu rættast, og fýra fingu boð um at halda lógina
Heilsufrøðiliga starvsstovan kannaði 24 frostgoymslur í fjør.
 
01.06.2020 - 11:37

Fýra framleiðarar fingu áminning, tí nøkur lýti skuldu rættast, og fýra fingu boð um at halda lógina.

Men hjá 16 virkjum og skipum var alt í lagi.

Heilsufrøðiliga starvsstovan kannaði 24 matvøruvirki og skip, sum frysta, goyma og avskipa frystar fiskavørur.

Kanningin varð gjørd frá mai til desember í fjør.  

Heilsufrøðiliga starvsstovan kannaði sjey av teimum 13 flakavirkjunum í Føroyum, øll fýra uppsjóvarvirkini, bæði laksakryvjivirkini, seks av sjey frostgoymslum og fimm av seks verksmiðjuskipum.    

Heilsufrøðiliga starvsstova hevur síðani eftirlitsátakið staðfest, at tey átta virkini, sum fingið boð um at rætta frávik, hava framt rættingarnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497