- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndir: Soleiðis sær umstrídda vælveruhúsið út
Myndir: Soleiðis sær umstrídda vælveruhúsið út
Vælveruhúsið, sum Gist og Vist ætlar at byggja frammanfyri Hotell Føroyar, sær gott út á pappírinum.
31.05.2020 - 10:18
Gist og Vist hevur latið gjørt eitt skitsuuppskot, sum lýsir, hvussu vælveruhúsið kann síggja út - um býráðið og friðingarmyndugleikarnir geva grønt ljós.
Her sæst, hvussu tætt vælveruhúsið kemur at viðarlundini við Kerjum. Í umsóknini verður biðið um at ummatrikulera 220 fermetrar av skógarfriðaða økinum.
Vælveruhúsið skal ætlandi húsa bæði sauna, massasju-fossum, eldstaði, hvíldarrúmi, dampbaði, juice-barr, hitapottum á tekjuni og einum innandura og uttandura hyli.
Men skal vælveruhúsið byggjast, so er neyðugt at broyta byggisamtyktina, so at 220 fermetrar av skógarfriðaða D1-økinum, verður til C2-øki.
Les eisini: Vælveruhús sett kílar í býráðsmeiriluta
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV