Grønland: Demokratarnir farnir upp í landsstýrið

Grønland: Demokratarnir farnir upp í landsstýrið
Demokratarnir, sum higartil hava verið stuðulsflokkur, fáa tríggjar landsstýrissessir
Nivi Olsen, virkandi forkvinna hjá Demkratunum - høgrumegin á myndini - hevur avgjørt ikki at fara í landsstýrið
Mynd: Sermitsiaq  
 
29.05.2020 - 15:41

Demokratarnir í Grønlandi eru nú farnir upp í landsstýrissamstarvið, saman við Siumut og Nunatta Qitornai. Frammanundan vóru Demokratarnir stuðulsflokkurhjá landsstýrinum.

Kim Kielsen, landsstýrisformaður, fegnast um, at landsstýrið nú hevur fingið størri grundarlag at virka á.

- Hetta er ein stórur dagur fyri Demokratarnar. Vit kundu valt at verið uttanfyri, men tað hevði ikki verið rætt. Vit vilja gera okkara til, at samfelagið kemur ígjøgnum koronakreppuna, sigur virkandi forkvinnan hjá Demokratunum, Nivi Olsen.

Formaðurin í Nunatta Qitornaii, Vittus Kujakitsoq, fegnast eisini um, at Demokratarnir eru komnir upp í landsstýrissamgonguna, tí tað fer at gera arbeiðið lættari, og at verulig gongd fer at koma á mál, sum Demokratarnir hava tikið undir við, m.a. flogvallarmálið.

Trý landsstýrisfólk

Demokratarnir fáa trý landsstýrisfólk. Steen Lynge fær ábyrgd av uttanríkisviðurskiftum og orku, Anna Wangenheim verður landsstýriskvinna í heilsumálum, og floksskrivarin, Jens Frederik Nielsen, fær ábyrgd av vinnu og ráevnum.

Virkandi forkvinnan hjá Demokratunum, Nivi Olsen, hevur avgjørt ikki at vera partur av grønlendska landsstýrinum, skrivar KNR.

Hetta er fjórðu ferð, at grønlendska landsstýrið verður broytt, síðani seinasta landstingsval.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497