- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey valevni til íslendska forsetavalið
Tvey valevni til íslendska forsetavalið
Valið verður 27. juni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gudni_johannesson.jpg?itok=3R6bUXdb)
Guðni Th. Jóhannesson hevur verið forseti síðani 2016. Hann stillar uppaftur
26.05.2020 - 09:18
Tveir stilla upp til forsetavalið í Íslandi um ein mánað, leygardagin 27.juni.
Teir eru Guðni Th. Jóhannesson, sum varð valdur til forseta í 2016, og Guðmundur Franklín Jónsson, búskaparfrøðingur.
Á forsetavalinum í 2016 vóru níggju uppstillað.
Guðni Th. Jóhannesson vann. Hann fekk 39,1 prosent av atkvøðunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV