Negativ renta kemur landskassanum til góðar

Negativ renta kemur landskassanum til góðar
Landskassin skal gjalda góðar tvær mió. kr. minni aftur, tá lánið fellur til gjaldingar
Malan Johansen er stjóri í Landsbankanum
 
20.05.2020 - 11:46

Negativ renta kemur landskassanum til góðar, nú hann hevur lænt pengar. Negativa rentan fyri tvey ára lánið er 0,081 prosent.

Hetta lánið er 1,3 mia. kr., men landskassin fær eina milliard og 302,1 millión.

Negativa rentan gevur landskassanum 2,1 millión krónur, og tí landskassin skal bara rinda 1,3 mia. kr. aftur, tá lánið fellur til gjaldingar um tvey ár, sigur Landsbankin.

Læntu tríggjar milliardir

Landsstýrið lænti slakar tríggjar millardir krónur í gjár.

1,3 mia. kr. skulu brúkast til at endurfíggja eitt lán, sum fellur til gjaldingar 11.juni.

1,6 mia. kr. skulu brúkast til at eitt væntað hall í fíggjarlógunum fyri 2020 og fyri 2021. Hetta er eitt fimm ára lán.

Rentan er 0,185 prosent.

Gekk væl at selja

Lánsbrøv fyri slakar tríggjar milliardir vórðu seld fyrrapartin í gjár. Og sølan gekk væl. Hóast landskassin skal brúka tríggjar milliardir, løgdu keypararnir inn boð fyri 7,3 milliardir.

Áhugin var stórur hjá føroysku peningastovnunum og hjá donskum peningastovnum og pensjónskassum, sigur Landsbankin.

Lánsbrævaskuldin hjá landskassanum er nú 5,3 mia. kr. 

Nettoskuldin er 2,3 mia. kr., sum svara til okkurt um 11 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøkini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109