- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump hóttir WHO
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/donald_trump_19._januar_2020_ap.jpg?itok=U298HMEG)
Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava broytingar í Heimsheilsustovninum, WHO, í seinasta lagi um ein mánað, annars gevst USA at rinda til stovnin
Tað eru greiðu boðini, nú World Health Organization hevur ársfund umvegis netið. Síðani miðskeiðis í apríl hevur Donald Trump ikki vilja goldið stovninum pening.
WHO ikki nóg atfinningarsamt ímóti Kina
Trump hevur skuldsett WHO fyri at hava virkað til fyrimuns fyri Kina, tá koronavirusið tók seg upp í Wuhan, um ársskiftið, og tær atfinningarnar heldur amerikanski forsetin fast um.
– Vera ikki stórar broytingar gjørdar í Heimsheilsustovninum teir næstu 30 dagarnar, so fari eg at syrgja fyri, at amerikanska gjaldið til stovnin verður steðgað, og eg fari at mæla til, at USA tekur seg úr WHO, sigur forsetin í einum brævi til stovnin.
Hann skuldsetur eisini stovnin fyri at hava givið skeivar upplýsingar um støðuna í Kina, tá koronavirusið tók seg upp, og hann skuldsetur WHO fyri ikki at vera nóg atfinningarsamt ímóti Kina.
Eftirlýsir eina óhefta kanning
– Einasti møguleiki fyri stovnin er at hann vísir óheftni mótvegis Kina, og í okkara stjórn er longu orðaskifti um, hvussu stovnurin kann broytast. Men neyðugt er við eini skjótari avgerð, tí tíðin rennur undan, skrivar Trump í brævinum.
Donald Trump vil millum annað hava stovnin at gera eina óhefta kanning av koronavirusinum, hvussu virusið breiddi seg í Wuhan, og hvussu WHO handfór kreppuna frá byrjan.
Tá ársfundurin hjá Heimsheilsustovninum byrjaði í gjár, segði kinesiski forsetin, Xi Jinping, seg taka undir við eini óheftari kanning av koronavirusinum, men tað kann ikki gerast fyrr enn tamarhald er á støðuni.
Trump: Virus kom frá eini kanningarstovu
Trump legði dent á, at Kina ongantíð hevur dult nakað, og at landið er sinnað at játta 13,8 milliardir krónur í tvey ár, til stríðið ímóti COVID-19 virusinum. Hann hevur fleiri ferðir skuldsett Kina fyri at hava roynt at dylja koronavirusið,
Donald Trump sigur seg vera sannførdan um, at virusið kann vera komið av eini kanningarstovu í Wuhan, og síðani smittað fólk. Tað hava bæði Kina og amerikanska fregnartænastan víst aftur.
USA letur Heimsheilsustovninum 400 milliónor dollarar um árið, og eygleiðarar siga seg bera ótta fyri framtíðini hjá stovinum, um USA tekur stuðulin aftur, skrivar Berlingske.