- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minsta deyðatal í tveir mánaðir
Minsta deyðatal í tveir mánaðir
Fyri fyrstu ferð í tveir mánaðir eru færri enn 100 fólk í Spania deyð av COVID-19 eftir einum samdøgri
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/covid-19_spania_ap.jpg?itok=iLe2NHBW)
950 fólk í Spania doyðu um samdøgrið av COVID-19, tá ringast stóð til í landinum
Mynd: AP (29.03.2020)
17.05.2020 - 14:57
Landið boðar í dag frá, at 87 fólk eru deyð seinasta samdøgrið. Hetta er tað minsta talið í tveir mánaðir, vísa nýggjastu tølini hjá sponsku heilsumyndugleikunum.
Tað skrivar tíðindastovan hjá Reuters. Fyrradagin doyðu 102 fólk av COVID-19 í Spania, og so lítið hevur talið ikki verið í gott og væl tveir mánaðir.
Tá ringast stóð til, doyðu umleið 900 fólk um dagin av COVID-19 í Spania, tað var fyrst í apríl. Tilsamans 27.560 í Spania eru nú deyð av COVID-19.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV