- Tíðindi, mentan og ítróttur
Italia loyvir aftur ferðafólkum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/italia_florence.jpg?itok=iSV2bj1G)
Italia fer skjótt at loyva ferðafólkum at koma inn í landið aftur. Stjórnin í landinum góðkendi leygarnáttina eina løgskipan, sum loyvir útlendskum ferðafólkum at koma inn í landið frá 3. juni.
Í fyrsta umfari er løgskipanin tó bara galdandi fyri ES-lond, sum eru við í Schengen-samstarvinum. Tað skriva tíðindastovurnar hjá Reuters og Ritzau.
Løgskipanin verður sett í verk í kjalarvørrinum á ætlanunum hjá landinum, at avtaka forboðini, sum vórðu sett í verk í mars fyri at tálma COVID-19 smittuspjaðingini.
Kunnu draga í land aftur
Italia er longu í ferð við at seta ferð á aftur samfelagið, millum annað tí, at stjórnin vil hava landinum ferð á aftur vinnuna og búskapin hjá landinum.
Frá 3. juni sleppa fólk í Italia eisini at ferðast millum teir ymisku landslutirnar aftur. Forsætisráðharrin hevur tó roynt at halda eitt sindur aftur til tess at forða fyri, at smittan tekur dik á seg aftur.
Í løgskipanini stendur, at heilsumyndugleikarnir í landinum fara at hava eitt vakið eyga við støðuni, og at myndugleikarnir kunnu draga í land aftur, tekur COVID-19 smittan seg uppaftur.