Skeinkistøð høvdu longur opið

Skeinkistøð høvdu longur opið
Alt var friðarligt í Havn í gjárkvøldið, og tá skeinkistøðini lótu aftur á midnátt, fóru allir gestirnir á dyr
 
16.05.2020 - 10:12

Alt var friðarligt í býnum í Havn í gjárkvøldið, hóast skeinkistøðini høvdu opið tveir tímar longur, enn almenna tilmælið er í sambandi við koronu.

Tað upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

Skeinkistøðini í høvuðsstaðnum høvdu avtalað sínámillum at hava opið til á midnátt. 

Og sambært vakthavandi á politistøðini vóru nógv fólk í býnum í gjárkvøldið, men á midnátt, tá skeinkistøðini lótu aftur, fóru allir gestirnir á dyr, og longu hálvan tíma seinni var býurin at kalla manntómur. 

Soleiðis var eisini í Runavík og Klaksvík, har skeinkistøðini eisini høvdu longur opið.

Ferðkanningar

Løgreglan hevur gjørt ferðkanningar í Eysturoynni í nátt.

Tríggir bilførarar vórðu tiknir við Gøtugjógv fyri at koyra ov skjótt. Teir fingu klipp í koyrikortið og bót fyri ikki at halda hámarksferðina. 

Í Sandoynni varð ein bilførari tikin, tí illgruni var um, at hann koyrdi ávirkaður av rúsdrekka. 

Blóðroynd er tikin av bilføraranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835