Eingin koronusmitta í eina viku

bannari
Eingin koronusmitta í eina viku
8. mai vórðu øll 187, sum hava verið smittað, staðfest frísk aftur
Í gjár vóru tilsamans 8.710 fólk kanna fyri koronu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.05.2020 - 09:22

Í dag er ein vika síðani, at koronusmittan hvarv í Føroyum, sambært tølum frá myndugleikunum.

187 blivu smittað, og 8.mai, - altso fríggjadagin í síðstu viku, vóru 187 staðfest at vera frísk aftur.

Fyrsta smittan varð staðfest í Hoyvík tann 3.mars.Tá varð staðfest, at ein maður, sum hevði verið á ráðstevnu í París, var smittaður við Covid-19.

Seinast, smittan varð staðfest í Føroyum, var 22.apríl. Tað vóru tvey fólk, sum komu til Føroya við flogfari.

16.mars var ringasti koronudagurin í Føroyum. Tá vórðu staðfestir 19 tilburðir.

8.710 kannað

Í gjár var talið fyri kannað 8.710. Meirilutin, 53 prosent, av teimum smittaðu vóru kvinnur. Tey flestu smittaðu, 43, eru í aldursbólkinum 20 til 29 ár.

11 smábørn voru smittað og í aldursbólkinum 10 til 19 ár vóru 21 smittað.

Tey flestu smittaðu, 95, vóru í Suðurstreymi.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982