- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Nú eru bara tríggjar avmarkingar eftir
Nú letur føroyska samfelagið meira upp, og vit flyta okkum enn nærri einum nøkulunda vanligum gerandisdegi í Føroyum.
Í grundini eru bara tríggjar ítøkiligar avmarkingar eftir, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi í Kringvarpinum fyrrapartin.
Mælt verður til, at eingin festivalur ella stór tiltøk vera í mai og juni. Mælt verður framvegis til, at skeinkistøð lata aftur klokkan 22, og fólk, sum ferðast til Føroya, skulu framvegis í sóttarhald í 14 dagar.
Eingin smitta í eina viku
- Vit kunnu siga við rímiliga stórari vissu, at eingin smitta hevur verið í Føroyum í skjótt eina viku. Fyri at siga tað bart út, so roknaðu vit ikki við, at tað bar til at steðga smittuni so skjótt. Støðan úti í heimi vísir eisini, hvussu trupult tað er. Men tað bar til. Og tað er fyrst og fremst tykkum øllum fyri at takka, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Bárður á Steig Nielsen segði, at tilmælið um frástøðu verður stytt úr tveimum metrum niður í ein metur, sum eisini er tilmælið hjá heimsheilsustovninum WHO. Men í teimum førum, har serlig fyrilit mugu takast, verður framvegis mælt til at halda frástøðu upp á tveir metrar. Tað er til dømis, har sangur og róp eru.
Øll aftur í skúla
Nú kunnu øll eisini fara í skúla. Í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast, og áskoðarar kunnu eisini verða til kappróður, fótbóltsdystir og onnur ítróttatiltøk, men tað skal vera undir skipaðum viðurskiftum.
- Í veruleikanum er tað í sera fáum londum, at tú kann liva so frítt og ótarnað sum í Føroyum, segði løgmaður.
- Men vit vita, at lítið og einki skal til, áðrenn smittan kemur aftur til Føroya og tekur dik á seg. Ansa vit ikki eftir, kann ein óansin, smittaður persónur sum einki byrja eina nýggja smittukeldu, sum verður trupul at stýra. Tí mugu vit halda fjarstøðu og hava gott reinføri, samstundis sum vit ikki savnast í stórum og ókontrolleraðum bólkum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.