Politiið kannar Gluggavarp til øll

Politiið kannar Gluggavarp til øll
Gluggavarpið bjóðar sjónvarpsrásir úr øllum heiminum bíliga
 
13.05.2020 - 10:17

Politiið í Føroyum hevur fingið eina fráboðan um Gluggavarp til øll, sum bjóðar sjónvarpsrásir úr øllum heiminum bíliga.

Fráboðanin er komin úr útheiminum. Politiið vil ikki siga meira um málið, fyrr enn tað er kannað gjøllari.

Útvarpið hevur hoyrt, at norðurlendski felagskapurin StopNordic hevur biðið politiið kannað Gluggavarp til øll.

Onga viðmerking

Men Lars Underbjerg hjá StopNordic í Danmark hevur onga viðmerking um málið, aðra enn, at StopNordic eygleiðir virksemið hjá Gluggavarpi til øll.

Gluggavarp til øll brúkti fyrr navnið Sjónvarp til øll. 

Nordic Content Protection og StopNordic arbeiða fyri sjónvarpsstøðirnar og forða fyri, at sjónvarpssignal verða stolin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Hósdag 28. november
Andarblak - Í menniskjum góður tokki
184315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205