- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allir íbúgvarnir í Wuhan kannast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/corona-wuhan-ap.jpg?itok=fBvxn79J)
Myndugleikarnir í kinesiska býnum, Wuhan, vilja nú kanna allar 11 milliónir íbúgvarnar fyri koronasjúkuna, skrivar BBC, ið hevur tíðindini frá kinesiskum miðlum.
Ætlanin er at kanna allar íbúgvarnar eftir 10 døgum. Enn er talan einans um fyrireikingar, men sambært BBC hava myndugleikarnir heitt á tey ymisku økini í býnum um, at gera eina ætlan fyri, hvussu allar íbúgvarnir kunnu kannast.
Hildið verður, at sjúkan hevur uppruna í Wuhan, men tað eydnaðist í fyrstu atløgu, at beina fyri sjúkuni. Men aftaná, at eingin bleiv staðfestur síðan 3. apríl, eru seks fólk vorðin sjúk um vikuskiftið.
Ein nýggjur tilburður í gjár
Myndugleikarnir eru so smátt byrjaðir at lata samfelagið upp aftur eftir góðu gongdina í smittutølunum. Ferð var millum annað aftur komin á handilsvinnuna, skúlarnar og almennu ferðsluna.
Orsøkin til, at kinesiska stjórnin vil kanna allar íbúgvarnar, er, at farsóttin ikki aftur fær tamarhald á Wuhan, sambært BBC.
Bara eitt fólk fekk staðfest COVID-19 í Kina í gjár. Higartil hava 82.919 fólk í Kina fingið staðfest smittuna, og 4.633 eru deyð av COVID-19 í Kina.