Sáttmálin verður ikki broyttur

Sáttmálin verður ikki broyttur
Forkvinnan í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum ætlar ikki at strika sáttmálan við Heilsuhjálparafelagið
Annika Olsen er forkvinna í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, KAF
 
12.05.2020 - 09:45

Sáttmálin við Heilsuhjálparafelag Føroya verður ikki strikaður. 

Tað er boðskapurin frá Annika Olsen, forkvinnu í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum. 

Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum av, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur heitt á fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, um at vísa hógv nú búskaparligu útlitini eru versnað av Koronakreppuni. 

Verður ikki broyttur

Men sáttmálin sum Heilsuhjálparfelagið undirskrivaði við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið 1. oktober 2019 verður ikki broyttur, staðfestur Annika Olsen. 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið skuldu byrja samráðingar um nýggjan sáttmála í gjár. 

Men Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vil ikki samráðast um nýggjan sáttmála, so leingi óvissa er um nýggja sáttmálan við Fìggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946