- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretland letur varisliga uppaftur
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, segði í røðu til bretska fólkið í gjárkvøldið, at landið fer nú at lata varisliga uppaftur.
- Men hetta er ikki løtan at strika tilmælini, segði Johnson í sjónvarpaðu røðuni
Hetta skal gerast í stigum næstu tveir mánaðirnar. Í fyrstu atløgu verður loyvt at venja uttandura so nógv, sum tær lystir.
Men bótin til tey fáu, sum ikki virða ásetingarnar, verður størri nú, segði Boris Johnson.
Eisini mælir bretski forsætisráðharrin fólki, ið ikki kunnu arbeiða heima, eitt nú timburmonnum, til at fara til arbeiðis aftur, men ikki brúka almenna flutningskervið.
Skúlar og handlar
Eftir ætlan fara fyrstu næmingarnir í skúla aftir 1. juni, handlar kunnu lata uppaftur í fyrsta lagi í juni, og gisingarhús, skeinkistøð og matstovur lata uppaftur í fyrsta lagi í juli, um so er, at tølini fyri koronusmittuna ganga rætta vegin.
Men funnist verður at ætlanunum hjá Johnson, og serliga eru tað boðini um, at fólk kunnu fara til arbeiðis aftur.
Keir Starmer, formaður í Labour, sigur, at Johnson biður fleiri milliónir fólk fara til arbeiðis aftur, uttan at geva teimum rætta vegleiðing.
- Vit hava ikki leiðreglurnar, og vit vita ikki, hvussu tað fer at rigga við almenna flutningskervinum, so tað eru nógvir spurningar, sum koma eftir hetta, sigur Starmer, sambært The Guardian.
Hóast Johnson legði dent á, at hann mælti arbeiðarunum frá at brúka almenna flutningskervið, so er tað trupult hjá nógvum ikki at gera tað.
Avgerðin hjá Johnson um at slaka í tilmælunum ger, at tað nú er ymiskt, hvussu koronufarstóttin verður handfarin í Bretlandi.
Ver á varðhaldi
Higartil hava tey fýra londini havt somu tilmæli, men leiðararnir í Skotlandi, Wales og Norðurirlandi vilja ikki fara somu leið sum Johnson, og broyta herrópið "Ver heima" til "Ver á varðhaldi".
Skotski forsætisráðharrin, Nicola Sturgeon, segði eftir røðuna hjá Johnson í gjárkvøldið, at tað kann fáa álvarsligar avleiðingar at sleppa slagorðinum "Ver heima". Hon heitti á skotar um ikki at fylgja nýggju tilráðingini um at venja uttandura.
Sturgeon sigur, at boðini frá Johnson vóru veik og ógreið.
Eisini forsætisráðharrin í Wales, Mark Drakeford, leggur dent á, at landið hevur ikki broytt boðini um, at fólk skulu vera við hús. Hann segði eisini, at Wales fer at lata skúlar uppaftur 1. juni, soleiðis sum Boris Johnson ætlar.
Bretski forsætisráðharrin fer at leggja ætlanina um at lata samfelagið uppaftur fyri parlamentið í dag. Bretlandi stongdi meginpartin av samfelagnum 23. mars..
Meira enn 31.800 fólk eru deyð av koronusmittuni í Bretlandi, og sløk 220.000 hava fingið staðfest smittuna.