- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harðan dóm fyri at hótta og fyri at royna harðskap
Revsingin, sum ein 31 ára gamal maður úr Póllandi fekk í Føroya rætti týsdagin, var rættiliga hørð.
Hann fekk fýra mánaða fongsul og forboð móti at koma til Føroya í fimm ár.
Maðurin er dømdur fyri at hótta tveir landsmenn eftir lívinum og fyri hóttanir móti einum politisti. Hann er eisini dømdur fyri at royna at fremja harðskap móti tveimum politistum.
Hevði knív
Hendingarnar vóru á Skála langafríggjadag.
Maðurin, sum ikki var edrúur, varð eisini ákærdur fyri at hava hótt ein mann afturat, men hesa ákæruna tók ákæruvaldið aftur, tí ikki bar til at fáa váttað i rættinum, at maðurin varð hóttur,
Rætturin legði eisini hald á ein breyðknív hjá dømda manninum.
Maðurin spýtti eftir politistunum, sum tóku hann, meðan hann rópti korona.
Ein kanning staðfesti tó, at maðurin ikki hevði koronu.
Í Landsrættin
Málið er tó ikki liðugt enn, tí tað skal í Eystara landsrætt.
Dømdi maðurin skeyt alt fyri eitt dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin.
Tað gjørdi ákæruvaldið so eisini, tí tað vil hava harðari dóm.
Maðurin, sum var í varðhaldi, varð latin leysur eftir at hann fekk dómin týsdagin.